VIDEO: Soleiðis bjargaði Klettskarð KÍ í Kosovo

(Video) Síggj málini frá dystinum Ballkani-KÍ 3-2 (2-0)

Tað sá krunkasvart út hjá klaksvíkingum, tá Raahmani hjá kosovanska liðnum, Ballkani skoraði til 3-0 tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki í fyrru uppgerðini millum Ballkani og KÍ í triðja undanumfarinum Í Europa Conference League.

 

Men KÍ reisti seg sum fuglurin Føniks, og við tveimum málum frá Pálli A. Klettskarð, ið nú er suverenur søguligur toppskjútti hjá KÍ í Evropa hevur KÍ nú ein veruligan møguleika at vinna seg víðari til fjórða og seinasta undanumfari, ið er seinasta forðingin undan bólkaspælinum í Europa Conference League. Verjuleikararnir hjá Ballkani royndu í báðum førunum at appelera fyri rangstøðu hjá Pálli, men teir fingu tíbetur ikki viðhald.

 

HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. 

 

Ballkani Kosovo – KÍ 3-2 (2-0)

 

1-0: Gripshi 30.

 

2-0: Korenica 41.

 

3-0: Raahmani 50.

 

3-1: Páll A. Klettskarð 69.

 

3-2: Páll A. Klettskarð 88.

 

HER ber til at síggja málini í dystinum. Upptøkan er uttan ljóð, men er einasta tøka upptøkan av teimum fimm málunum : 

 

##med2##