Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia taptu tepurt 2-3 (0-1) fyri verandi meistarunum, FC Keypmannahavn í Parkini.
Undan dystinum var FC Keypmannahavn risastórur favorittur, so samanumtikið er talan um eitt góðkent avrik hjá FC Fredericia.
FC Keypmannahavn-FC Fredericia 3-2 (1-0)
1-0 Viktor Claesson (21.),
1-1 Gustav Marcussen (48.),
2-1 Youssoufa Moukoko (55.),
3-1 Junnosuke Suzuki (78.),
3-2 Oscar Buch (84.).
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Fredericia er næstaftast í deildini við 11 stigum. Sunnudagin 9. november klokkan 13 hevur Fredericia dyst á heimavølli móti Viborg.











