Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur í kvøld skrivað føroyska hondbóltssøgu.
Elias er fyrsti leikarin, ið spælir við føroyska landsliðnum, ið hevur spælt dyst og hevur skotið mál í EHF European League.
Kiel vann á útivølli ein greiðan 30-23 sigur. Í steðginum var Kiel á odda 16-9.
Elias skoraði tvey mál og legði upp til onnur mál.
Gongdin í dystinum var hendan: Zagreb-THW Kiel 0:1, 1:5 (7.), 3:9, 5:14 (18.), 8:14, 9:16 – 9:18, 13:20 (38.), 16:22, 16:25 (48.), 21:26, 23:30
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Á brotinum sæst eisini eitt flott gjøgnumbrotsmál hjá Eliasi:
##med2##