VIDEO: Spania er í hálvfinaluni - Noreg og Svøríki spæla í kvøld (EM)

(Video) Antin Noreg ella Svøríki má lúta í kvøld klokkan 19.30

Spania hevur vunnið seg í hálvfinalurnar í EM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Tað gjørdist veruleiki tá spaniólar fyrr í dag vunnu tepran 28-27 (14-13) sigur á Pólandi. Um Noreg vinnur á Svøríki í kvøld klokkan 19.30 vinnur Noreg bólkin og Spania verur nummar tvey.

 

Svøríki má vinna á Noreg fyri at vinna seg í hálvfinalurnar, Noreg hevur betri málmun og kann tí bjarga sær við javnleiki.

 

Undan dystinum í kvøld hevur Spania átta stig, og Noreg og Svøríki hava seks stig hvør.

 

Póland – Spania 27-28 (13-14)

 

Póland : Arkadiusz Moryto 6, Damian Przytula 5, Michal Daszek 5, Piotr Jedraszczyk 5, Przemyslaw Krajewski 2, Dawid Dawydzik 2, Maciej Gebala 1,  Kamil Syprazak 1.

 

Spania : Ferran Sole 4, Agustin Casado 4, Aleix Gomez 3, Ian Tarrafeta 3, Adrian Figueras 3, Joan Canellas 3, Angel Fernandez 3, Jorge Maqueda 2, Daniel Sarmiento 1, Eduardo Gurbindo 1, Aitor Arino 1.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Póland og Spania:

 

##med2##