VIDEO: Svøríki liggur væl fyri aftaná sigur á Týsklandi (EM)

(EM) Síggj samandrátt frá sigrinum hjá Svøríki á Týsklandi

Svøríki hevur fyribils lagt seg á annað plássið í millumbólki 2 í EM-endaspælinum í manshondbólti, ið er í Slovakia og Ungarn í hesum døgum. 

 

Svenskarar hava aftaná 25-21 (12-10) sigur á Týsklandi seks stig, sama stigatal sum Spania. Spania sum eisini hevur seks stig spælir móti Noregi sum hevur fýra stig klokkan 19.30 í kvøld.

 

Týskvøldið møtast Svøríki og Noreg í stórari norðurlendskari uppgerð har vinnarin sleppur víðari í hálvfinalurnar.

 

Týskland – Svøríki 21-25 (10-12)

 

Týskland : Julian Koster 4, Paul Drux 3, Johannes Golla 2, Patrick Wiencek 2, Tobias Reichmann 2, Fabian Wiede 2, Lukas Zerbe 2, Rune Dahmke 2, Hendrik Wagner 1, Lukas Stutzke 1.

 

Svøríki :  Hampus Wanne 6, Albin Lagergren 3, Jim Gottfridsson 3, Oscar Bergendahl 3, Lukas Sandell 3, Eric Johansson 2, Valter Chrintz 2, Jonathan Carlsbogard 2, Felix Claar 1.

 

Fyrr í dag leiktu Póland og Russland javnleik 29-29 (13-12) í millumbólki 2.

 

 

 

 DystirMálmunurStig
Spania387:766
Svøríki4110:946
Noreg392:774
Russland4100:1063
Týskland497:1052
Póland4101:1291

 

 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Týskland og Svøríki:

 

##med2##