Video: Tjaldplássið er sum lítil føroysk bygd

– Vit gera nógv burtur úr at skapa hugna á tjaldplássinum, sigur Ragnhild Ellingsgaard, samskipari

Tjaldplássið á Summar Festivalinum er sum ein lítil føroysk bygd. Fólk í øllum aldri gista í bygdini, og øki eru sett av til ungdóm og familjur.

 

Tjaldbygdin liggur mitt á festivaløkinum, í hjartanum í Klaksvík, og haðani er lætt og lagaligt at uppliva festivalin. Tað er eitt hanagleiv av Vágsbø og heim í tjaldið.

 

– Vit gera nógv burturúr at skapa hugna á tjaldplássinum og at gera umstøðurnar hjá tjaldarunum so góðar sum gjørligt, sigur Ragnhild Ellingsgaard, samskipari.

 

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. 

 

Niðanfyri greiðir hon frá um tjaldplássið á Summar Festivalinum.

 

##med2##