Video: Uruguay-Russland 3-0 og Saudi Arabia-Egyptaland 2-1

(Video) Síggj seinastu málini sum vóru skotin í HM bólki A

Russisku vertirnir fingu oyrini í maskinuna hjá Uruguay og tapti greitt 0-3 til liðið úr tí lítla suðuramerikanska  landinum. Russar eru tó víðari til áttandapartsfinalurnar, men nú er rættiliga sannlíkt, at Spania verður mótstøðuliðið í áttandapartsfinaluni. Uruguay vinnur HM bólk A við fullum stigatali, níggju stig og við málúrtøkuni 5-0.

 

Mohamed Salah fekk sítt annað mál fyri Egyptaland í HM-endaspælinum, men og liðfelgarnir standa stigaleysir í HM bólki A aftaná 1-2 tapið ímóti Saudi Arabia, ið endar á triðja plássi við trimum stigum.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Uruguay og Russland.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Saudi Arabia og Egyptaland.

 

Uruguay – Russland 3-0 (2-0)

1-0: Luis Suarez, 10.

2-0: Denis Cheryshev, 23. (sjálvmál)

3-0: Edinson Cavani, 90.

 

Saudi Arabia – Egyptaland 2-1 (1-1)

0-1: Mohamed Salah, 22.

1-1: Salman Al-Faraj, 45. (brotsspark)

2-1: Salem Al-Dawsari, 90.+

 

Bólkur A

1. Uruguay, 9 stig

2. Russland, 6 stig

3. Saudi Arabia, 3 stig

4. Egyptaland, 0 stig