Vit hava sæð tað fyrr. Útlendingar, sum hava givið sítt íkast til føroyska samfelagið, verða fangað í einum lógarverki, sum er náðileyst. Sum dømi kann nevnast italienski maðurin, sum er faðir at føroysku/italiensku orðabókini, sum varð sendur av landinum fyri nøkrum árum síðani.
Nú stendur indiski yogalærarin fyri tørni. Tí systemið hevur tikið avgerð um, at hann ikki longur kann sleppa at vera í Føroyum.
Les eisini: Her er yogalærarin sum verður sendur av landinum í morgin
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videosamrøðuna.
Í henni sigur hann:
Praveen, tú skalt fara úr Føroyum í dag siga myndugleikarnir. Hvussu hevur tú tað við tí?
Eg eri málleysur. Tú eigur at kunna rætta skeivar upplýsingar, men tað eru vit ikki sloppin. Og uttan vegleiðing frá mynduleikunum er tað trupult at vita, hvat man skal gera. Tað er trupult at fara, tí eg havi samband við allar næmingarnar hjá mær, sum eru um 350 í tali. Eg føli ikki mítt arbeiði er liðugt og áðrenn tað er, vilja tey hava meg at fara.
Tað virkar sum myndugleikarnir hava skund at fáa meg út. Eg varð ongantíð kunnaður um, at mín umsókn var avvíst og eg tí skuldu út av landinum.
Bara tá løgreglan upplýsti meg um tað. Tað skuldi verið ein formlig viðgerð, og ikki so, at løgreglan bankar upp á og sigur, at tú hevur sjey dagar eftir í landinum. Sjálvt í miðeystri eru mátar at fáa náði frá skipanini. Tað er ein menniskjaligur rættur. Eg virði lógirnar í landinum, men hendan viðferðin er óhoyrd. Hví er so stórur skundur at fáa meg út. Hví kunnu tey ikki geva mær stundir og møguleika at verja meg? Tey søgdu fríggjadagin, at eg hevði sjey dagar, so í veruleikanum havi eg havt fýra arbeiðsdagar at kæra mína neyð.
Les eisini: Yogalærarin: Kundarnir rópa varskó
Tú hevur búð í Føroyum í trý ár. Hvar fert tú, um tú skalt úr landinum?
- So má eg fara aftur til India. Mín familja býr í Slovenia og eg kundi hugsað mær visum til at vitja tey á vegnum, men eg havi einki visum fingið enn, hóast eg søkti fyri langari tíð síðani.
Kennir tú teg illa viðfarnar av føroyska samfelagnum?
- Ikki av fólkunum. Eg havi fingið stóran stuðul frá fólkunum og eri rørdur av tí stuðli eg merkti, eftir at málið gjørdist alment í gjár. Men við myndugleikunum virkar tað sum, at onkur tilvitað roynir at gera tað so, at okkara yogavirksemi ikki riggar. Eg haldi tað átti at verið ein formlig kanning av málinum.
Vit umbera vánaliga ljóðgóðsku.