VIDEO: Zlatan tók samanum landsdystirnar hjá sær

(Video) Fyrsti landsdysturin hjá Zlatan Ibrahimovic var móti Føroyum

Johannus Joensen gjørdist løgtingsmaður. Zlatan gjørdist ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum. Her stríðast teir um bóltin 31. januar í 2001

Fríggjakvøldið var svenski stórleikarin og legendan, Zlatan Ibrahimovic stórliga fagnaður á Friends Arena leikvøllinum í Stokkhólmi fyri avrik síni fyri Svøríki.

 

Svenska fótbóltssambandið hevur gjørt eina samrøða við Zlatan, har hann tekur samanum landsliðskarrieruna hjá sær, har hann dregur fram bestu málini hjá sær.

 

Fyrsti landsdysturin hjá Zlatan var móti Føroyum. 

 

31. januar í 2001 fingu Føroyar sítt higartil besta úrslit móti Svøríki.

 

Tá møttust liðini í stóru innandura fótbóltshøllini, Tipshallen í Växsjö í dysti í norðurlendsku fótbóltskappingini.

 

Føroyska liðið stríddi seg manniliga til ein 0-0 javnleik, har Jákup Mikkelsen hegnisliga bjargaði einum brotssparki, ið var dømt móti Zlatan. 

 

Tað sum dysturin tó er mest kendur fyri við svenskum brillum er, at talan var um landsliðsdebutina hjá Zlatan Ibrahimovic, ið vann svenskarunum brotssparkið í dystinum.

 

Zlatan er klárt kendasti svenski fótbóltsspælarin í hesari øldini. Og fer at líða væl, at hann er kendasti svenski fótbóltsspælarin nakrantíð.

 

Zlatan var sera avgerandi tá Føroyar í 2012 og í 2013 taptu tepurt 1-2 og 0-2 móti Svøríki í HM-undankappingini tá. Uttan Zlatan er ógvuliga ivasamt um Svøríki hevði vunnið 2-1 á Føroyum á Tórsvølli.

 

HER  ber til at síggja og hoyra samrøðuna við Zlatan, har brot eisini eru frá 0-0 dystinum millum Svøríki og Føroyar í 2001:

 

##med2##

 

 

 

Johannus Joensen gjørdist løgtingsmaður. Zlatan gjørdist ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum. Her stríðast teir um bóltin 31. januar í 2001