Viga 3,1 kg meira enn í fjør

Várið í fjør var óvanliga hart hjá nógvum seyðabóndum kring landið. Fleiri stormar, nógvur vindur og kuldi gjørdi sítt til, at felli av seyðum var størri enn vanligt, og at miðalvektin ikki royndist serliga væl.


Í ár hevur veðrið verið munandi betri, og tað sæst eisini aftur á seyðinum.


Búnaðarstovan ger nevniliga regluligar kanningar av hvussu seyðurin hilnast. Seinasta kanningin varð 31. mars 2016, tá vektin á ónum í Heygshaga varð kannað.


- Ærnar eru farnar 300 gramm aftur síðani seinasta fjall 10. februar 2016. Miðalvektin hesaferð var 45,5 kg móti 45,8 kg í februar. Í mars mánað í fjør vigaðu ærnar 42,4 kg, tað vil siga at munurin í millum somu tíðir í fjør er 3,1 kg, skrivar Búnaðarstovan í tíðindaskrivi í dag.