Vígsla á sandinum í Tjørnuvík

Leygardagin giftust Siri Súsonnudóttir Hansen og Kali Würdig Hansen á sandinum í Tjørnuvík

Siri og Kali hava eitt serligt tilknýti til bygdina. Kali veitir undirvísing í at standa á brimfjøl í Tjørnuvík og hevur eina smáttu knýtta at virkseminum. Harafturat verður nógv av frítíðini hildin í Tjørnuvík.

 

Siri greiðir frá, at dagurin var væleydnaður. Brúdleypið bleiv hildið í bygdarhúsinum í Tjørnuvík og vardi til langt út á kvøldið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##