Víkingur er fimtan ár í dag

Í dag eru 15 ár liðin, síðani at fótbóltsfelagið Víkingur varð stovnað.

Tað var í fyrru hálvu av 2006, at fólk úr Leirvík og Gøtu fóru at spæla sær við tankan, um tað ikki hevði verið skilagott at lagt LÍF og GÍ saman til eitt felag. Feløgini høvdu tá samstarvað í nógv ár, tá tað hevði staðið á at manna ungdómslið á fullum vølli, og hetta samstarvið hevði oftast havt góð úrslit við sær. Eisini vóru krøvini, bæði ítróttarliga og umsitingarliga, herd nógv seinastu árini, og vísti tað seg at gerast truplari og tyngri at reka eitt lítið felag við høgum málsetningum. Feløgini hildu tó, at tað var sera umráðandi at fara varisliga fram, og blivu tí samd um at brúka árið 2007 til at fyrireika eina møguliga samanlegging av feløgunum.

 

Víkingur skrivar soleiðis um søguna hjá samanlagda felagnum:

 

"Á sumri 2007 bleiv ein bólkur við fýra fólkum (tvey úr Leirvík og tvey úr Gøtu) settur til at gera eitt uppkast av einari møguligari samanlegging. Tá ið bólkurin var liðugur við sítt arbeiði, varð tað lagt fram fyri feløgunum og seinni fyri limunum, og var her møguleiki at koma við viðmerkingum og spurningum. Atkvøðugreiðsla var eisini um feløgini skuldu leggja saman ella ikki, og meirliluti var í báðum feløgunum fyri at halda fram við ætlanini/arbeiðinum og soleiðis at leggja uppskot fram til endaliga støðutakan á fundi fyrst í januar 2008.

 

14. januar 2008 var stovnandi aðalfundur í ítróttarhúsinum í Leirvík. Umleið 180 limir møttu til fundin. Nýggju viðtøkurnar fyri felagið vóru samtyktar, og fyrsta nevnd felagsins bleiv vald. Tey, ið mannaðu fyrstu nevndina vóru Páll Gregersen (formaður), Ólavur Olsen sáli, Hanna Erlingsdóttir Olsen, Jógvan Júst Olsen, Andreas Poulsen sáli og Tórhallur Við Gil.

 

Nýggja felagið var nú veruleiki.

 

4. februar 2008 var so navnið á nýggja felagnum avdúkað. 18 uppskot vóru innkomin, og nevnd og limir vóru samd um, at VÍKINGUR var tað besta uppskotið. Hetta navið passaði bæði við Víkingasøgurnar úr bygdunum, men eisini við LeirVÍK og GøtuVÍK.

 

Í februar mánaða bleiv eisini alment kunngjørt, at nýggi liturin á búnanum hjá Víkingi varð ljósabláur við svørtum buksum og ljósabláum hosum.

 

27. februar var nýggja búmerki avdúkað á samkomu í Bygdarhúsinum í Leirvík. Fleiri uppskot vóru til búmerkið, og valdi nevndin búmerkið, sum í dag ímyndar felagið.

 

Brasilianari bleiv heintaður til landið, fyri at gerast fyrsti venjari hjá besta mansliðið felagsins, men tíðin til kappingarbyrjan nærkaðist, og loyvir hansara vóru ring at fáa uppá pláss, so hann bleiv sendur av landinum aftur, og Anton Skoradal bleiv settur sum venjari. Magni Jarnskor hevði verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá GÍ áðrenn Víkingur bleiv stovnað, og hann bleiv nú venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Víkingi. Mennirnir endaðu fyrsta árið á fimta plássi, og kvinnurnar fingu bronsuheiðursmerki. Í steypakappini ruku kvinnurnar út í hálvfinalunum, ímeðan mennirnir ruku út í fyrsta dystinum, eftir at teir taptu ímóti 07 Vestur eftir brotsparkskapping. Til stuttleikar kann nevnast, at teir báðir Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen, sum enn spæla við á hægsta stigið, brendu hvør sítt brotspark hendan dystin.

 

Í 2009 bleiv Jógvan Martin Olsen bleiv settur sum høvuðsvenjari í felagnum. Jógvan Martin gjørdi eitt sera stórt arbeiði fyri felagið, og var hann høvuðsmaðurin aftanfyri langtíðarætlanina, sum bleiv løgd fyri felagið, og sum er ment víðari til tað, sum felagið stendur fyri ídag.

 

2009 var eisini árið, tá ið felagið vann sítt fyrsta FM og sítt fyrsta steypagull. Víkingur vann løgmanssteypið ta árið, eftir dramatiska finalu, sum vit vunnu 3-2 ímóti EB/Streymi. Finalan var leikt á Ovara vølli í Gunadali ólavssøkuaftan, og hetta var fyrsti stóri dysturin, sum felagið var partur av. Málskorarar fyri Víking hendan dagin vóru Hans Jørgen Djurhuus, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen. Umframt Lava og Finn, so vóru eisini Atli og Sølvi við at vinna fyrsta steypagullið, av teimum, sum enn spæla við besta mansliðið okkara.

 

Fyrsta FM heiti hjá felagnum kom eisini í hús hetta árið, og vóru tað Gentur 10-12 (sum tað æt tá), sum vunnu hendan heiðurin. Tað vóru gentur føddar í 1997 og 1998 sum leiktu við hesum árganginum hetta árið. Venjarar vóru Hanna Erlingsdóttir Olsen og Gunvá Joan Pállson.

 

Steypagullið í 2009 var kanska byrjanin til stórheitstíðina hjá Víkingi, sum so nógv hava kallað tað. Í 2010 spældu vit fyri fyrstuferð evropeiskar dystir, tá ið vit møttu stórfelagnum Besiktas úr Turkalandi. Hóast vit samanlagt taptu greitt, so var tað stórt fyri felagið at vera við til hesar dystirnar. Vit leiktu ikki evropeiskar dystir í 2011, men frá 2012 og sjey ár fram, vóru vit úti í Evropa og spældu hvørt summar, og fleiri stór úrslit stóust burturúr. Í 2013 megnaðu vit at koma víðari fyri fyrstuferð, eftir ein samanlagdan sigur á FC Inter Turku úr Finnlandi. Sigfríður Clementsen hevði júst tikið við sum venjari, og undir honum komu nógv góð úrslit. Trý steypagull, (2013, 2014 og 2015), og nógv munnu eisini minnast við gleði aftur á útidystin í Tromsø í 2014, tá vit við 2-1 sigri, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, vunnu okkum víðari til triðju rundu í Europa League. Ferðalag úr Føroyum var við á ferðini, og ”Fagra Blóma” hoyrdist av áskoðaraplássunum í pørtum av dystinum – ein minnilig løta fyri mong. Málini hjá okkum hendan dagin skoraðu Bárður Jógvansson Hansen og Hallur Hansson.

 

Í september í 2015 gjørdist Sámal Erik Hentze (Bagge) venjari, og eisini hann lyfti felagið á nýggjar hæddir. Við honum við róðrið vunnu vit í 2016 fyrsta føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini, sum vit eisini endurvunnu í 2017.

 

Hjá kvinnunum hevur vegurin verið eitt sindur øðrvísi. Eftir kappingarárið í 2013, høvdu vit tað trupult við at manna lið til bestu deildina, og tí varð farið undir samstarv við grannarnar innan eið, so at kvinnurnar spældu undir ÍF/Víkingi árini 2014-2018. Í 2019 og 2020 var B68 eisini við í samstarvinum. Høvuðsgrundin aftanfyri tað, at samstarva við onnur feløg, var sjálvandi at man ynskti at hava lið í bestu deildini, og við tí at varðveita egnar leikarar, men saknur var altíð eftir at kunna bjóða sínum bestu kvinnuleikarum at kunna spæla í ljósabláum, og at tær eisini kundu merkja Víking í teirra samleika, og tí var tað við gleði, at vit í 2021 aftur høvdu egið lið í bestu kvinnudeildini í Føroyum. Enn mangla tey heilt stóru úrslitini hjá kvinnunum, men vit eiga nógvar góðar fótbóltsspælarar og fleiri ungdómslandsliðsleikarar, og so seint sum í 2022 áttu vit bæði ársins leikara og ársins unga leikara og vit trúgva uppá, at hetta við hørðum og miðvísum arbeiði, kann koma innan nøkur ár.

 

Ungdómsleikarar hava vit eisini nógvar av, og tey eru grundarsteinurin í felagnum. Vit arbeiða hart hvønn dag, fyri at menna fótbóltsleikarar. Okkara ungdómslið hava nógv góð úrslit at vísa á. Ígjøgnum okkara 15 ár hava vit vunnið nógv heiðursmerki í ungdómsdeildini, og vit hava eisini framleitt nógvar landsliðsleikarar. Alt hetta við hørðum og miðvísum arbeiði, tó at vit eisini hava lagt dent á, at pláss skal vera fyri øllum.

 

Árini eftir at vit gjørdust føroyameistarar í bestu mansdeildini hilnaðust ikki eins væl. Eftir nøkur heldur miseydnað ár, við minni góðum úrslitum, og fleiri spælarum útifrá, so ynskti nevndin í 2020 at seta ferð á ættarliðsskifti, og at okkara besta manslið í stóran mun, skuldi mannast av egnum leikarum. Jóhan Petur Poulsen, sum seinastu nógvu árini hevði fingið góð úrslit sum venjari á næstbesta liðnum, bleiv settur sum høvuðsvenjari, og hetta má sigast at hava verið ein røtt avgerð. Tvey silvurheiðursmerki í landskappingini, eitt silvurheiðursmerki í steypakappingini og eitt steypagull er tað blivið til, og ikki at gloyma hava vit ment nógvar ungar fótbóltsleikarar, til at vera berandi kreftir á okkara besta mansliðið í dag. Serliga finalan um løgmanssteypið í november í 2022 stendur høgt í minnum. Vit megnaðu at vinna á KÍ, sum annars hevði havt eitt einanstandandi kappingarár, og endiliga stóðu vit aftur við steypinum á lofti, og felagsskapurin kókaði. Sum Súni Merkistein segði í sjónvarpinum hetta kvøldið: ”Tú kanst ikki temja ovfarakæti á einari fjøld, sum er algoyst”, og júst soleiðis kendist tað fyri Eysturbúgvar – Endiliga vóru vit aftur har, og hetta á ein hátt, flest okkara kunnu standa inn fyri, og eru stolt av.

 

Júst hesin felagsskapurin, hevur eisini borið felagið hartil, sum vit eru í dag. Vit hava lagt dent á, at skapa ein felagsskap, har tað er pláss fyri øllum, og har øll trívast, og hetta má sigast at hava hilnast væl. Í 2022 høvdu vit umleið 300 hvílandi og 500 virknar limir – hetta í eini kommunu við gott 2200 íbúgvum.

 

Vit hava eitt støðugt felag við støðugari nevnd, góðum og trúgvum peningastuðlum, nógvum venjarum og 100 tals hjálparafólkum, og í síðsta enda er hetta tað, sum er lykilin til hendan felagskapin – tað at alt nærsamfelagið hevur bakkað upp um felagið og luttikið fyri felagið á ymsan hátt.

 

Ja, nógv er hent uppá hesi 15 árini, ið vit hava verið til, og tað er við gleði, at ein kann hyggja aftur á hetta. Allir tímarnir í Víkingahúsunum og á vøllum kring landi, við góðum prátum, skemtiligum løtum, sigursrúsi, spentum, álvarsamum og hugtungum løtum, ja, kensluliga hava vit verið allan vegin runt, men saman standa vit sterkari og vit steðga ikki her. Vit halda fram við at arbeiða hart. Arbeiða hart fyri at skapa góð úrslit, og fyri at hjúkla um tann góða felagskapin, sum vit øll elska.

 

Til lukku Víkingur – til lukku til okkum øll!"

 

#WLYV