Víkingur kann taka stórt stig ímóti toppinum

Meðan nógv er broytt, síðani NSÍ seinast vann grannauppgerð ímóti Víkingi, so er lítið broytt í Sarpugerði

Klokkan 17 verður grannauppgerð, tá ið Víkingur verður gestur hjá NSÍ. Støðutalvan sigur, at Víkingur er næstfremst við 31 stigum, og at NSÍ er á sjeynda plássi við 15 stigum. Tá ið liðini fyrr í vár hittust í Gøtu, vann Víkingur 3-0.

 

NSÍ hevur ikki vunnið ímóti Víkingi síðani 24. oktober 2020. Tá vann NSÍ á heimavølli 3-2. At tað er nógv broytt í Runavík síðani tá, og at nógv er óbroytt í Sarpugerði sæst á, hvussu liðini sóu út henda heystardagin í 2020. Sjey av teimum fyrstu ellivu hjá NSÍ eru ikki longur í felagnum, og níggju av teimum fyrstu ellivu hjá Víkingi eru framvegis í felagnum.

 

Víkingur er stórfavorittur, og tað kann fara at vísa seg, at trý stig í viðvørinum inn aftur um Gøtueið fara at lyfta víkingunum nærri toppinum. Soleiðis verður tað, um Víkingur vinnur, og um KÍ ikki vinnur torføra útidystin ímóti HB.

 

Hjá Víkingi eru Olaf Bárðarson og Ingi Jonhardsson leikbannaðir. Álopsspælararnir Andreas Lava Olsen og Martin Klein Joensen vóru ikki við í sigrinum á útivølli ímóti EB/Streymi, og teir hava síðani síðsta vikuskifti ikki vant saman við liðfeløgunum.

 

Hjá NSÍ er Aron Knudsen skaddur, og Jørgen Nielsen er leikbannaður. Búi Egilsson, Oddur Á. Højgaard og Einar Tróndargjógv eru darvaðir av skaðum, sum bera við sær, at teir ikki venja so nógv saman við liðfeløgunum.

 

NSÍ – Víkingur: Alex Troleis kl. 17.00.