Víkingur vil hava Lukasz

Víkingur vil hava Lukasz Cieslewicz, sum eisini samráðist við B36

Lukasz Cieslewicz hevur verið ein lyklaspælari síðani hann kom til B36 í 2011, tá hann somuleiðis gjørdist ársins spælari. Nú ljóðar, at Víkingur er sera áhugað í at fáa knýtt Lukasz Cieslewicz at hópinum.

 

Sum skilst, so hevur felagið bjóðað Lukasz sáttmála, men einki er staðfest enn. Somuleiðis ljóðar, at B36 er í samráðingum við spælaran um at leinga sáttmálan. Hetta er ikki gjørt enn, nú tað bara resta tvey umfør eftir av landskappingini.

 

Sigfríður Clementsen sigur í samrøðu við Norðlýsið, at felagið leitar eftir einum miðvallara, sum kundi binda liðið saman, og so einum framrættaðum spælara, ið kann skjóta mál.

 

Víkingur kunngjørdi í gjár, at Súni Olsen spælir við felagnum frá komandi ár. Tað er so miðvallarin, so kundi Lukasz Cieslewicz passandi verið framrættaði spælarin, sum Víkingur vil hava.

 

Tað ljóðaði undan kappingini í ár, at HB eisini hevði ein fyrispurning út um at kvýta Lukasz til felagið. Tað er framvegis óvist, um tað áhugin stendur við í ár.

 

Likasz Cieslewicz hevur skotið 35 mál í føroyskum fótbólti, síðani hann kom til B36 í 2011.