Vil vita nær vegurin í Funningsfirði verður gjørdur

Tingmaður spyr, nær farið verður í holt við framhaldandi vegagerð gjøgnum Funningsfjørð

Tað Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, sum hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni, ein grein 52a fyrispurning um málið. 

Tingmaðurin spyr soleiðis:

1. Nær verður farið í holt við framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði?

2. Nær verður arbeiðið liðugt fyri játtanina, sum er til arbeiðið í ár?

Í viðmerking til spurnigin, vísir løgtingsmaðurin á, at í samtyktu fíggjarlógini fyri 2024 eru settar av 2 mió. kr. til framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði.

– Gjøgnum fleiri ár er peningur settur av til at dagføra og breiðka hendan vegin. Nú verður skjótt, at komið verður til avkoyringina til Funningsvegin, og so er umleið ein hálvur kilometur eftir til vegin oman á bryggjuna.

– Nú árið er farið at halla og einki sæst til, at nakað er gjørt ella verður gjørt, verður hesin spurningur settur, sigur Magnus Rasmussen.