- Hetta er blivið ov nógv av tí góða, tí nú hava vit bíðað í eini 20 ár.
Kim Djurhuus, borgarstjóri í Sunda Kommunu heitir nú staðiliga á Løgtingið um at taka eina endaliga avgerð um, hvussu kommunubygnaðurin skal vera.
Tað hevur avgerandi týdning fyri at vit kunnu koma víðari, sigur hann.
Hann sigur, at nú hevur verið tosað í eini 20 ár um at broya kommunuala bygnaði, men enn er ongin endalig avgerð tikin.
- Tað er vónleyst at arbeiða við framtíðarætlanum, sum støðan er nú. Vit vita ongantíð, hvat vit skulu gera, tí vit vita ikki, hvat vit kunnu vænta.
Tí hevur tað avgerandi týdning at ein endaliga avgerð verður tikin við støði í kommunuálitinum,sum nú er komið.
Hann vísir eisini á, at eftir kommunuálitinum verður róð framundir, at kommunuval skal vera longu næsta ár og tí er neyðugt, at ein avgerð verður tikin skjótt, so at kommunustýrislimir fáa at vita, hvat teir hava at halda seg til.
So hevur tað minni týdning um nýggja bygnaðurin kemur í gildi í 2011, sum kommunuálitið sigur, ella 2013, um tað verða sjey ella níggju kommunur og um kommunur skulu leggjast saman áðrenn øki verða løgd undir kommunurnar, ella øvugt.
Um tað verður eitt ár fyrr ella seinni, ella, um mannagongdin skal vera hendan ella hin, hevur minni at siga, bara ein endalig avgerð verður tikin nú, so at vit koma víðari.
Sjálvur heldur hann, at kommunur skulu leggja saman, tí annars verður ómøguligt at lyfta uppgávuni.
Hann hevur heldur onki ímóti at kommunur verða lagdar saman við lóg, verður tað neyðugt og hann heldur, at Sundalagið og Eiðis kommuna eiga at verða ein kommuna, tí tað er ein nátúrlig eind.