Tað kann ikki vera mær at lasta, at politiksa starv mítt ger, at eg eri noyddur at vera nógv í Havn. Somuleiðis ger politiska starv mítt eisini, at eg eri noyddur at vera nógv í Keypmannahavn, men hóast alt eri eg skrásettur á Tvøroyri, har eg eisini rindi skatt, eri býráðslimur og eisini havi borgarligt starv, hóast eg havi farloyvi frá tí í løtuni, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerkin til spurningin, um hann misnýtir kostnaðarendurgjaldið, tá hann fær pening fyri at búgva á Tvøroyri og vera løgtingslimur.
Jóannes Eidesgaard heldur, at eingin ivi kann vera um, at hann býr á Tvøroyri, tá hann bæði er skattgjaldari og býráðslimur har. Hann vísir á, at tað øvugta hevði verið ómøguligt.
Bryggjan á Tvøroyri ikki politiskt forum
Jóanes Eidesgaard sigur, at tað er nú einaferð so, at tað politiska lívið gongur fyri seg í Havn, har løgtingið er. Tí er hann noyddur at vera nógv í Havn. Hann heldur, at um hann gekk á bryggjuni á Tvøroyri og mól, ið staðin fyri at gera sína skyldu sum løgtingslimur, hevði ikki gingið long tíð, áðrenn veljararnir gjørdust ónøgdir við, at hann einki gjørdi til nyttu.
Skil á sum skjótast
Í brævi til formansskapin í løgtiginum í gjár, heitir Jóannes Eidesgaard á formansskapin um at fáa greiðu á lønarviðurskiftum hansara sum skjótast.
Hann heitir á arbeiðsgevaran um at lata seg fáa at vita, hvat støða formansskapsins er í málinum, og um so er, at hann hevur fingið útgoldna løn ella kostnaðarsamsýning av órøttum, vil hann fáa at vita samlaðu upphæddina, so hann kann rinda hana aftur.
Lekur
Jóannes Eidesgaard vísir í sama brævi til løgtingsins formansskap á, at partur av einum skjali um viðurskifti hansara, ið skrivstovustjóri løgtingsins hevur skrivað til løgtingsformannin í trúnaði, er komið alment fram í onkrum fjølmiðli, hóast hann sjálvur aldri, hvørki hevur hoyrt um ella sæð skjalið.
Jóannes Eidesgaard sigur við Sosialin, at hann heldur tað vera sera óheppi, at likið verður út frá løgtingsskrivstovuni um skjøl, ið eru skrivað í trúnaði. Hann heldur, at talan má vera um okkurt av starvsfólkunum, ið ikki er sína uppgávu vaksið.
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur leingi arbeitt við málinum um markið millum Bretland og Føroyar í trúnaði, uttan at nakað er likið út um hetta. Sjálvt tá málið var avgreitt, og hetta kom fram í fjølmiðlunum, vóru allir smálutir hildnir innanfyri uttanlandsnevndina. Eg vildi hildið, at sama mannagongdin varð hildin á løgtingsskrivstovuni, men tað sær tað ikki út til, og er hetta sera óheppi.
Sinnaður at rinda
Spurdur, um hann er sinnaður at rinda eitt møguligt endurgjald, um formansskapurin í løgtinginum kemur til ta niðurstøðu, at hann hevur fingið kostnaðarendurgjald av órøttum, svarar Jóannes Eidesgaard.
Tað eg vil, er at fáa greiðu á viðurskiftunum, soleiðis, at eg ikki standi eftir, sum ein, ið hevur stolið av kassanum. Sjálvur meti eg meg sum ein lønmóttakara hjá formansskapi løgtingsins, og avgerin, ið arbeiðsgevarin tekur í hesum máli, verður mett at vera tann rætta, tískil ætli eg mær at rinda eitt møguligt endurgjald.
Kanst tú gera fyri, att løgtingsskrivstovan møguliga er farin skeiv viðvíkjandi lønini hjá tær?
Nei, eg havi ikki dult nakrar upplýsingar fyri teimum, og tí skuldi tað heldur ikki verið mín skuld. Men vón mín í løtuni er, at hetta mál verður avgreit sum skjótast, sigur Jóannes Eidesgaard at enda.