Vil hava øll tøl á borðið yvir hvussu ofta Smyril avlýsir

Nú skal Strandferðslan telja saman, hvussu nógvar avlýsingar eru á Suðuroyarleiðini

Hvussu ofta er siglingin hjá Strandferðsluni ímillum Havnina og Suðuroy, avlýst. Tað skal Jørgen Nielsen, landsstýrismaður, nú greiða Løgtinginum frá. Tað er Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum nú vil hava øll tøl á borðið fyri, hvussu nógvir túrar hjá Smyrli eru avlýstir.

 

Og tað verður eitt rættiligt gravingararbeiði, Strandferðslan skal undir, tí Bjarni Hammer vl hava øll tøl á borðið fyri, hvussu nógvir túrar ímillum Suðuroy og Havnina, eru avlýstir heilt aftur til 1990, ella í yvir 30 ár. Og hann vil hava tølini á borðið fyri hvønn mánað og hvørt ár – og fyri øll skip, sum hava røkt siglingina. Sostatt vil hann eisini hava tøl á borðið fyri, hvussu ofta avloysaraskipini hjá Smyrli hava avlýst.

 

– Avlýsingar á Suðuroyarleiðini eru ein afturvendandi trupulleiki hjá teimum, sum búgva og virka í Suðuroynni og øllum, sum brúka farleiðina í síni heild, staðfestir Bjarni Hammer.

 

Men hann vil hava at vita um hetta er nakað, sum hevur vundið upp á seg hesi seinastu árini, ella um tað altíð hevur verið soleiðis. Hann sigur nevniliga, at tey, sum minnast aftur í tíðina, siga seg ikki minnast so nógvar avlýsingar sum nú, sigur Bjarni Hammer. Tí vil hann hava innlit í veruligu tølini.