Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum segði við in.fo í morgun, eftir at hon vegna Starvsmannafelagið hevði undirskrivað nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið, at hon kundi hugsa sær eina hægri lønarhækking í 2016 enn tey 1,9 prosentini, sum tað endaði við.
Hon vísti á, at vit leingi hava hoyrt um góðu gongdina hjá føroyska samfelagnum, og tí kundi hon hugsað sær, at ein størri partur av hesi gongdini fall hennara limum í lut gjøgnum eina lønarhækkan.
Henni eydnaðist tó ikki at bera hetta ynski á mál í lønarsamráðingunum við Kristinu Háfoss, landstýriskvinnu í fíggjarmálum. Landsstýriskvinnan metti ikki, at rúm var fyri at geva eina hægri lønarhækkan í 2016.
- Tað gongur væl í føroyska búskapinum í løtuni, men framrokningarnar hjá Búskaparráðnum vísa á, at vøksturin fer at minka í 2016, og tí mugu vit vera varin við almennu útreiðslunum, sigur Kristina Háfoss.
Hon vísir á, at lønarhækkingin í ár, 1,71 prosent, er á sama støðið sum á privata arbeiðsmarknaðinum og er eisini fegin um umflokkingarnar hjá ávísum starvsbólkum, sum gevur eina samlaða lønarhækking yvir alt sáttmálaskeiðið á 4,15 prosent.
- Vit eru nøgd við hetta lønarlagið og umflokkingarnar, men ásanna samstundis, at tað er nógv at arbeiða víðari við, sigur Kristina Háfoss og vísir millum annað á ískoytisavtaluna um sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Kanningar, sum Starvsmannafelagið hevur latið gera, hava víst, at stórir partar av limaskara teirra líða av strongd á arbeiðsplássinum og nú er hetta vorðið partur av lønarsáttmálanum.
- Vit hava ásett, at Fíggjarmálaráðið skal gera ein vegleiðing til arbeiðsgevararnar um hvussu berast skal at, um eitt starvsfólk fær strongd ella hevur økta sjúkrafráveru, sigur Kristina Háfoss.
Í sáttmálasamráðingunum eru eingi ítøkilig tiltøk til láglønt. Kristina Háfoss sigur, at lønarsamráðingarnar snúgva seg um generellar avtalur fyri hendan arbeiðsbólkin, meðan landsstýrið skal arbeiða við øðrum ítøkiligum átøkum fyri tey lágløntu.
- Vit arbeiða við at geva ein skattalætta og økja um aðrar barnaveitingar, umframt at ætlanir eru um at umleggja Kringvarpsgjaldið, so at tað ikki rakar lægstu inntøkurnar so meint, sigur Kristina