Vil javnseta allar fyritíðarpensjonistar

Tey, sum fáa lægstu fyrit´´iðarpensjónina skulu hava somu skattligu fyrimunir, sum tey sum fáa meðal- og hægstu pensjónina

Tey sum fáa lægstu fyritíðarpensjón hava ikki somu skattligu fyrimunir, sumt ey sum hava meðal og hægstu pensjónina.

 

Hetta heldur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, ikki er rætt, og skjýtur upp, at hesi fáa somu skattligu fyrimunir, sum tey sum fáa hægri fyritíðarpensjón. Ein broyting í skattligu viðurskiftunum hjá pensjónistunum fer at kosta á leið 3,5 milljónir krónur.

 

Í orðaskifinum nevndi Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, at flokkur hansara tekur undir við uppskotinum, men mælir kortini til, at hetta verður tikið til viðgerðar í bólkinum, sum arbeiðir við framtíðar pensjónsskipanini.

Eisini kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, helt, at málið eigur at fáa viðgerð í pensjónsbólkinum.