Vil tryggja kapping ímillum bankarnar

- Vit hava saknað kapping ímillum føroysku peningastovnarnar.

Tað ásaannar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Enn einaferð hava ómaksgjøldini hjá bankunum verið til umrøðu í Løgtinginum.

Tað hendir í kjalarvørrinum á, at BankNordik nú um dagarnar hevur kunngjørt eina langa røð av ómaksgjøldum sum hækka.

Tað fekk Hendrik Old, tingmann, til at spyrja Jøtgen Niclasen um tað ikki ber til at gera eina skipan, so at fólk kunnu fáa løn sína ígjøgnum onkran annan stovn enn bankarnar, tí hann heldur, at nú eru ómaksgjøldini farin heilt yvir gevind.

Og tað er synd at siga, at bankarnir hava vælvild í Løgtinginum, tí flestu tinglimir halda, at teir eru farnir út um sømiligt mark við ómaksgjøldunum

Jørgen Niclasen sigur, at eftir lógini skal lønin flytast ígjøgnum eitt góðkent avrokningarstað, so tað er onki í vegin fyri at fáa lønina flutta aðra staðni enn í ein banka.

Men tað krevur tekniskar fyrireikingar og tað kostar pengar og tað ljóðaði ikki sum um at hann ætlar at taka nøkur stig tann vegin.

Hinvegin mælti hann til at tryggja, at kapping var ímillum bankarnar

Hann sigur, at hann ætlar sær at hava eitt vakið eyga við kappingini ímillum bankarnar, tí tað almenna eigur at tryggja, at tað er kapping ímillum teir.

Hvussu hann ætlaði at gera, segði hann onki um.

Annars helt hann, at viðskiftafólkini kunnu bara skifta banka, eru tey ónøgd við bankan, tey hava.

Fleiri tingfólk førdu fram, at tað ger ikki mun, tí allir bankarnir eru akkurát líka og tað er ongin kapping.