Hevur Johan Dahl borið seg rætt í sambandi við støðuna á Strandferðsluni, sum endaði við, at stjórin fór úr starvi.
Tað vil Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, nú hava greiði á.
Hon vil nú hava landsstýrismannin í Vinnumálum at greiða Løgtinginum frá, hvat hann visti, nær hann visti hvat og, hvat gjørdi, ella ikki gjørdi.
- Landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið meta seg eftir øllum at døma ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum máli. Men er tað so, spyr Kristina Háfoss.
Hon sigur, at ósamsvar er ímillum frágreiðingina frá fíggjarleiðaranum hjá Strandferðsluni, og frágreiðingina frá landsstýrismanninum í vinnumálum í samband við fíggjarligu støðuna hjá Strandferðsluni, og kunningina til Løgtingið í hesum sambandi. - Víst hevur verið á, at landsstýrismaðurin hevur afturhildið týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum í samband við viðgerð av fíggjarlógum landsins.
- Eisini hevur verið víst á, at Vinnumálaráðið hevur lagt trýst á starvsfólk á stovninum um ikki at kunna um avleiðingarnar av játtanini á fíggjarlógini, fyrr enn eftir at Løgtingið hevur samtykt hesa við 3. viðgerð. Kristina Háfoss staðfestir, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann ikki hevði politiska undirtøku fyri teimum tiltøkum, ið máttu setast í verk fyri at fáa játtanina at halda. Eitt nú var talan um at hækka ferðaseðlaprísin og sigla færri túrar.
Men hóast hetta, hevur landsstýrismaðurin ikki biðið um eykajáttan til Strandferðsluna.
Tí skal Dahl nú greiða Løgtinginum frá, hví hann ikki hevur biðið um eykajáttan frá Løgtinginum til Strandfaraskip Landsins, tá ið hann visti, at politisk undirtøka ikki var fyri teimum sparingum, ið vóru fyritreyt fyri játtanini helt.
- Nær visti landsstýrismaðurin av, at undirtøka ikki var fyri sparingunum, ið vóru fyritreyt fyri játtanini í fíggjarlógini fyri 2013 og eru somu sparingar í fíggjarlógina fyri í ár, spyr løgtingskvinnan.
Kristina Háfoss vil eisini hava at vita um Strandferðslan hevur boðað Vinnumálaráðnum frá, at neyðugt var við umfatandi sparingum fyri at halda játtanina fyri 2013 og 2014?
Aðrir spurningar, Johan Dahl skal svara, eru:
- Nær varð Vinnumálaráðið vitandi um, at játtanin til Strandferðsluna fyri 2013, ikki fór at halda?
- Hví hevur Vinnumálaráðið tikið týðandi part av upplýsingum frá Strandferðsluni, um avleiðingar av játtanini í fíggjarlógini fyri 2014, burturúr tekstinum í fíggjarlógini fyri 2014?
Kristina Háfoss vil eisini hava at vita um tað er rætt, at starvsfólkið á Strandferðsluni hevur fingið munnkurv, ella forboð fyri at greiða frá avleiðingunum av játtanini, ætlanin var, at Strandferðslan skuldi fáa
- Kann landsstýrismaðurin greina nærri, júst hvørjar upplýsingar, Strandferðslan hevur givið Vinnumálaráðnum í samband við fíggjarlógina fyri 2014, men sum ikki eru við í fíggjarlógina fyri 2014?
|