Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu í vikuskiftinum 30-33 fyri Sønderjyske á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.
Persónliga gekk tó framúr væl hjá Vilhelmi Poulsen, ið gjørdist toppskjútti hjá Lemvig-Thyborøn við átta málum uppá níggju skotroyndir.
Fyri sítt góða avrik í sínum fyrsta dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini er Vilhelm Poulsen valdur at vera partur av vikuliðnum fyri 1. umfarið í kappingini.
Í øðrum umfarinum, í annaðkvøld tekur Lemvig-Thyborøn móti Fredericia á heimavølli.
Her sæst vikuliðið fyri 1. umfarið:
##med2##