Vilhelm Johannesen farin 79 ára gamal

Í gjár bórust deyðsboðini av Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni, sum var 79 ára gamal, nú hann andaðist.

 

Vilhelm hevur verið sjúkur seinastu tíðina, og nú hann doyði, hevði hann verið nakrar vikur á Sambýlinum á Heygum í Klaksvík, har hann andaðist í gjárkvøldið.

Vilhelm Johannesen var úr Klaksvík, føddur 4. august í 1942. Hann er kendur úr politikki. Fyrst sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð frá 1975-1984 og sum formaður í Kommunufelagnum frá 1977 til 1979. Hann var eisini blaðstjóri á Sosialinum frá 1972 til 1979. 

Hann trein á landspolitiska pallin, tá hann tók við sum landsstýrisamaður 20. november í 1979. Tað var eftir fólkatingsvalið, sum var 23. oktober í 1979, at Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, var valdur í Fólkatingið, og tí skuldi Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð í næstan 10 ár hava nýggjan landsstýrismann.

Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin fall á heystið í 1980, og nýval varð skrivað út at verða 8. november í 1980. Tá varð Vilhelm Johannesen valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Norðoya valdømi.

Í sínum borgarliga starvi var Vilhelm Johannesen postboð, og hann fór eisini aftur í starv í Postververkinum, eftir tíðina sum landsstýrismaður. Hann skrivaði millum annað søguna um Postverk Føroya, »Postur í Føroyum 1870–2000«.

Vilhelm Johannesen varð valdur á ting á øllum valunum eftir at hann kom í landsstýrið fyrru ferð: Í 1980, 1984, 1988, 1990, 1994, 1998, 2002 og 2004 – til hann í 2008 ikki stillaði uppaftur og gavst í politikki.

Eftir løgtingvalið í 1984 skipaði Javnaðarflokkurin aftur samgongu, hesaferð saman við Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum. Nú vóru aftur boð eftir Vilhelm Johannesen at gerast landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í tveimum skeiðum, frá 1979 til 1981 og frá 1985 til 1989.

Sum landsstýrismaður umsat hann millum annað heilsumál, almannamál, ídnaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál. Hann var soleiðis landsstýrismaðurin sum legði fram uppskotið um Sambaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, tá málið fyrstu ferð kom í tingi valsekiðið 1984-88.

Vilhelm Johannesen var giftur Johild, og áttu tey fimm børn: Líggjas (1964), Signhild (1967), Betuel (1968), Ragna (1970) og Aksel (1972).

Tveir eftirkomarar hjá Vilhelmi sita á tingi í dag: Sonurin Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og abbasonurin, Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.