Vilhelm og Lemvig-Thyborøn vóru aftur fyri tapi

Lemvig-Thyborøn hevur enn fyrsta stigið til góðar hetta kappingarárið

Vilhelm Poulsen skoraði tvey mál uppá seks málroyndir, og legði upp til trý mál, tá hann og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn í kvøld taptu 23-26 fyri Holstebro í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Lemvig-Thyborøn hevur tapt fýra teir fyrstu dystirnar í bestu deildini hetta kappingarárið, og liggur næstaftast í deildini.

 

Komandi dysturin hjá Lemvig-Thyborøn verður leiktur fríggjakvøldið 23. september. Dysturin verður á útivølli móti Ribe-Esbjerg.