Vilhelm og liðfelagarnir taptu fjórða dystin á rað

Enn hevur Lemvig-Thyborøn fyrsta stigið til góðar

Vilhelm Poulsen skoraði tvey mál uppá tríggjar málroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn taptu á útivølli fyri Ribe-Esbjerg í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í steðginum var Ribe-Esbjerg á odda 16-14. 

 

Lemvig-Thyborøn hevur tapt allar fýra teir fyrstu dystirnar í deildini hetta kappingarárið.

 

Týskvøldið tekur Lemvig-Thyborøn móti Kolding á heimavølli. Kolding hevur vunnið átta stig í fimm dystum, og tí verður talan um sera torføran dyst hjá Vilhelmi og liðfeløgunum.