Vilhelm Poulsen toppskjútti við 82 málum í 10 dystum

Ígjár gjørdi Vilhelm Poulsen vart við seg við at skjóta 12 mál móti Afturelding

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is

Vilhelm Poulsen hevur veruliga fingið sítt stóra gjøgnumbrot í Íslandi hetta kappingarárið.

 

Vilhelm hevur skotið heili 82 mál uppá 10 dystir í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, eitt snitt uppá 8,2 mál pr. dyst sum er framúr gott.

 

Næstfremstur á máltindinum er Ásbjörn Friðriksson hjá oddaliðnum, FH sum hevur skotið 73 mál í 11 dystum.

 

Rógvi Dahl-Christiansen er eisini millum álitisspælararnar hjá Fram, og hann hevur skotið 36 mál í 10 dystum. 

 

Dánjal Ragnarsson hevur skotið 20 mál fyri ÍBV í 11 dystum, men Dánjal hevur seinastu tríggjar dystirnar skotið fýra mál og er komin so smátt í gongd við málskjótingini.

 

Ígjár spældi Fram javnleik 27-27 móti Afturelding á heimavølli. Vilhelm tók aftur yvirskriftirnar við at skjóta heili 12 mál, og Vilhelm tryggjaði eisini Fram javnleik við at javna til 27-27 í teimum allarseinastu sekundunum.

 

Rógvi skoraði trý mál fyri Fram ígjár. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Dánjal og ÍBV leiktu ein skuffandi javnleik 39-39 móti botnproppinum, HK. ÍBV var á odda 20-15 í steðginum. Dánjal skoraði fýra mál. Stigið var tað fyrsta hjá HK í 10 dystum.

 

Klokkan 18 í dag taka Nicholas Satchwell, Allan Norðberg, Pætur Mikkjalsson og hinir í KA móti Gróttu á heimavølli á Akureyri. 

 

Lið:DystirMálmunur
FH11312:27717 stig
Haukar11325:29216
ÍBV11340:33215 stig
Valur10287:25614
Stjarnan10299:29313
Selfoss11286:28012
Afturelding11316:30911
Fram10280:28210 stig
Grótta9240:2457
KA10272:2946 stig
Víkingur10218:2802
HK10259:2941

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is