Vilhelm Poulsen skoraði tvey mál uppá fýra málroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn taptu stórt 24-37 móti toppliðnum, Aalborg á útivølli í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Millum leikararnar hjá Aalborg er danski stórspælarin, Mikkel Hansen. Mikkel Hansen gjørdi tó ikki nógv um seg í dag, men kom bert inn fyri at taka eitt brotskast, ið hann setti í netið.
Krútsterka Aalborg setti tingini uppá pláss longu í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Aalborg á odda 22-10.
Lemvig-Thyborøn hevur tapt tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið, og teir liggja næstaftast í deildini við ongum stigi.
Mikudagin klokkan 17.30 tekur Lemvig-Thyborøn móti Holstebro á heimavølli. Dysturin verður vístur á TV2 Sport.