Vilja gera tað lættari at hava el-bil í Føroyum

Áhugin fyri at fáa sær el-bil, er veksandi

 

Leygardagin eitt felag sett á stovn fyri tey í Føroyum, sum sum vilja fremja áhugan fyri at fáa sær el-bil. Endamálið við Elbilafelagnum er at savna fólk, ið hava áhuga í el-bilum og at kunna um el-bilar. Somuleiðis er endamálið at bøta um umstøðurnar at hava el-bil í Føroyum.

Tey staðfesta at áhugin fyri el-bilum ver veksandi í Føroyum. Í fjør vórðu 132 el-bilar skrásettir í Føroyum, og  tað er ein vøkstur upp á 74 prosent, samanborið við 2019. Nú eru 307 el-bilar skrásettir í Føroyum og politiski myndugleikin roynir eisini at eggja fólki at fáa sær el-bil, tá ið tey skulu skifta bil.

I eini fráboðan í dag siga tey, at fólk hava saknaðm at tað ikki er eitt felag, sum røkir áhugamálini hjá teimum, sum eru áhugað í el-bilum og nú er felagið so stovnað.

Nevndin hevur skipað seg við eini trýmanna nevnd og tveimum tiltakslimum. Nevndin hevur skipað seg við Martin Andreasi Kruse sum skrivara, Ninnu Herdis Danielsen sum næstforkvinnu og Justin Philbrow sum formanni. Tiltakslimir eru Høgni S. Reistrup og Helgi Arntórsson.

Felagið hevur eisini eina heimasíðu og hon er at finna á elbilafelagid.fo. Har ber tað eisini til at melda seg í felagið, men enn hava tey ikki tikið støðu til, hvussu høgt limagjaldið verður.