Vilja hækka játtanina til neyðhjáp

Landsstýrið ynskir at hækka játtanina til neyðhjálp. Tað er greitt eftir, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í morgun legði fram fíggjarlógina fyri 2017.


Í fíggjarlógini verður játtanin til neyðhjálp í 2017 hækkað úr eina millión krónur til fýra milliónir krónur.
Neyðhjálpin er tann hjálpin, ið almennu Føroya veita, tá vanlukkur raka støð úti í heimi. Seinastu ferð neyðhjálp varð latin var fyrr í ár, tá landsstýrið, í samstarvi við Reyða Kross Føroya, lat eina millión krónur til neyðhjálpararbeiðið í Sýria.


Tað er Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, ið umsitur játtanina. Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum lovar Poul Michelsen, landsstýrismaður á økinum, at hækka játtanina uppaftur meira næstu árini.


- Sum partur av altjóða samfelagnum hava vit føroyingar skyldu at taka á okkum at hjálpa neyðstøddum úti í heimi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, og leggur afturat.


- Játtanin er neyðhjálp hevur verið ov lág í mun hvat verður latið av londum, sum vit samanlíkna okkum við. Vit eiga tí at hækka játtanina, og ætlanin er at hækkað játtanina aftur í 2018, so vit koma uppá 10 mió. kr. Og hjálpin ger mun. Tí handan hvørja krónu liggur ein menniskjalagna.


Fíggjarlógin verður nú borin løgtinginum, har løgtingsmenn skulu taka m.a. støðu til, um játtanin til neyðhjálp skal hækkast.