Vilja hækka talið av útlendskum leikarum

B68 er eitt av feløgunum, sum hevur mist spælarar til onnur feløg. Í ár fara Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen at leika við B36. Jákup Eli Olsen fer til HB. Hetta er ein dyggur smeitur fyri felagið, tí teir hava verið av bestu leikarum í fleiri ár. Men toftamenn ætla ikki at sita hendur í favn. Nei, herfyri boðaði felagið frá, at teir høvdu gjørt avtalu við tveir leikarar úr Brasilia at koma at spæla við B68, og nakrir leikarar koma eisini úr havnarfeløgunum.

Jonhard Hammer



Vilja hava fleiri útlendskar leikarar

Nú hevur B68 lagt uppskot fram fyri aðalfundin hjá FSF um at hækka talið á útlendingum, sum kunnu spæla á hvørjum liðið. Sum er hava tveir útlendingar loyvi at spæla á liðnum, og er tað hesa kvotu, sum B68 vil hava hækkaða til fýra leikarar.

Niclas Davidsen formaður í B68 sigur, at grundin til at teir hava sent eitt uppskot til aðalfundin hjá fótbóltsambandinum er, at um feløgini úti á bygdinum skulu verða við í kappingini um at vinna meistaheitið, so verða tey noydd at fáa leikarar uttanífrá. Tað hevur víst seg, at føroyskir leikarar vilja ikki koma út á bygdirnar. Tað eru havnafeløgini sum lokka.

? Hetta er ein sera óheppin gongd, sigur Niclas Davidsen. Allir teir bestu leikararnir verða miðsavnaðir, og tað er ikki gott fyri føroyskan fótbólt.

? Fyri at sleppa undan at munurin á havnafeløgunum og hinum feløgunum verður ov stórur, mugu vit sleppa at styrkja okkum, heldur Niclas Davidsen.

? Og tá ið vit ikki kunnu fáa føroyingar, so verða vit noyddir at fara uttanlands.

Niclas Davidsen vísir á, at í Evropa kann ein hava so nógvar útlendskar leikarar, sum man vil.

? Og hví skulu vit í Føroyum ikki kunna hava fýra útlendskar leikarar. Og tað kann eisini hugsast, at sama lógin, sum er galdandi í Evropa, kemur í gildi í Føroyum . Tí vit luttaka í altjóða kappingum og skulu verða sum aðrar fótbóltstjóðir.

Av tí at ES er ein fríur arbeiðsmarknaður, ber tað til hjá fótbóltsliðum í ES-londunum at hava so nógvar leikarar úr øðrum ES-londum, sum teir hava hug til. Eitt nú hevur stórfelagið í Onglandi, Chelsea, javnan ikki fleiri enn tveir til tríggjar onglendingar á liðnum.

Útlendingar, sum koma hendanvegin skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi, alt eftir, hvaðani teir koma.


Fer at skapa frið í føroyskum fótbólti

Niclas Davidsen sigur, at um uppskotið verður samtykt, so fer hetta at føra við sær, at tað fer at skapa frið í føroyskum fótbólti. Í dag ganga øll feløgini og leita eftir spælarum í Føroyum, og hetta órógvar feløgini nógv. Niclas sigur at enda, at ein sjálvandi eisini má hugsa um sínar egnu leikarar. Eru teir góðir nokk, so er eingin grund til at fara uttanlands.