Í Føroyum hava vit somu avbjóðing sum grannalondini; okkum manglar handverkarar og fólk við yrkisútbúgving. Frásagnir í Noregi og Danmark benda á at um smá fimtan ár koma at mangla millum 55-65.000 yrkislærd í hesum báðum londum hvør sær, skrivar Vinnihúsið í tíðindaskrivi.
Tí skipaðu fleiri feløg í Vinnuhúsinum fyri tiltaki fyri 8. floksnæmingum í Tórshavnar kommunu hós- og fríggjamorgunin í síðstu viku.
- Sjálvandi skulu vit hava fleiri yrkislærd. Hesi størvini skulu fyllast, eisini í framtíðini. Okkum dámar væl at fara út at eta, og onkur skal gera og servera matin. Hetta gera yrkislærd við stoltleika, segði Rósa Maria Restorff, sum er útbúgvin tænari og móttøkufólk, og eitt av luttøkufólkunum til tiltalkið.
- Tað tykist onkursvegna sum, at fólk eru bangin fyri at læsa seg føst í einum starvi, og kanska tí verða yrkisútbúgvingar valdar frá. Tað er stórt spell, tí veruleikin er tann, at man saktans kann lesa víðari við einari yrkisútbúgving, fortaldi Fróði Horn Baldvinsson, sum er útbúgvin maskinsmiður, men hevur síðani tikið eina Bachelor oman á sína yrkisútbúgving.
Vinnuhúsið skrivar at seinastu tíðina hevur verið sett fokus á tørvin eftir yrkislærdum. Hetta millum annað við at framleiða undirvísingartilfar til framhaldsdeildina og at skipa fyri kunningartiltøkum.
-Tað er ikki líka trupult at fáa lærlingar, sum tað var fyri bara einum ári síðani. Tí vænta vit eisini, at fleiri nú fara at taka eina yrkisútbúgving, sigur Sámal Erik Hentze, formaður í Havnar Handverksmeistarafelag
Tað var Føroya- og Havnar Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagið og Ferðavinnufelagið saman við Tórshavnar kommunu og skúlunum í kommununi, sum saman skipaðu fyri tiltakinum.