Størsti parturin av føroysku feløgunum skuldi ætlandi senda áheitan til FSF um at fylgja egnum reglum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa avrit av nøkrum skrivi fyri evstamark okkara, men alt bendir á, at flestu føroysku feløgini eru alt annað enn nøgd um, at spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen varð flutt úr HB til B36.
Sum skilst hótta feløgini ikki við átøkum av nøkrum slag, men talan er um eina kollektiva áheitan til FSF um at virða tær reglur, sum eru galdandi fyri flytingargluggan.
Kappingarnevndin hjá FSF vísti til grein 17, petti 5, tá spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen varð flutt. Hendan reglan heimilar undantak undir serligum umstøðum, og er áður nýtt til at flyta spæliloyvi hjá málverjum, um felag stendur uttan ein slíkan, og hon varð nýtt í fjør, tá spæliloyvið hjá Tór-Ingari Akselsen var eftir í HB, hóast sáttmálin við 07 var undirskrivaður - og góðkendur av FSF. Í førinum við Christiani Restorff Mouritsen fekk Kappingarnevndin juridiskt upprit, sum í stóran mun frámælti eini flytan av spæliloyvinum. Men kortini varð undantaksreglan nýtt.