Reiðarafelagið vil hava hýruna hjá fiskimonnum niður, men Fiskimannafelagð vil hava hana upp. Tað er støðan, nú tey bæði feløgini hava havt nakrar samráðingarfundir, í sambandi við, at sáttmálaskeiðið endar 1. desember.
Hinvegin er steðgur í samráðingunum nú í tvær vikur, tí umboð fyri Reiðarafelagið eru upptikin í øðrum samráðingum um sínamillum fiskirættindi millum Føroyar øðrumegin og ávikavist Grønland og Russland hinumegin.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at teirra upplegg er, at hýran skal niður, tí støðan í fiskiflotanum er so vánalig, at hann ber seg ikki.
- Tí tolir hann ikki hann ikki fleiri útreiðslur.
Hinvegin vil Fiskimannafelagið hava hýruna upp.
- Vit skilja sjónarmiðið hjá reiðarunum, men fiskimenn fáa heldur ikki endarnar at røkka saman.
- Prísirnir hækka alsamt, so bara fyri at fylgja príshækkingunum, mugu hýrurnar upp, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
Hvørgin parturin vil út við smálutum, men formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at reiðararnir vilja hava, at hýrurnar skulu lækkast munandi.
Hvørgin parturin dugir heldur ikki at siga, hvat tað endar við, um tað endar við eini lækking, einum óbroyttum hýruprosenti ella eini hækking.
- Tað er ringt at siga, men vit vóna, at tað endar við eini hækking, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.