vilja hava meiri pengar at arbeiða við

- Vit sakna, at politiski mynduleikin tekur trupulleikarnar, sum Kris arbeiðir við, í líka stórum álvara, sum trupulleikarnar, eitt nú harðskap móti kvinnum, rúsevnamísnýtslu o.a.

Tað sigur felagsskapurin brævi til allar politikararnar í morgun.

Eitt endamál hjá Kris er at vegleiða og hjálpa teimum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, næstringum og børnum teirra.

- Onkur hevur roknað út, at hvørt einasta offur fyri kynslum ágangi og sum ikki fær hjálp ímeðan tíð er, kostar samfelagnum 240.000 krónur um árið, umframt tær menniskjansligu avleiðingarnar, sum tað ikki ber til at seta krónurtal á.

Men sum er, røkkur játtanin hjá Kris bert til fastar útreiðslur og eina lítla ráðgevaraløn, ið bara røkkur til eina og fyrstu innleiðandi viðtaluna hjá brúkaranum. At hjálpa brúkarunum, familjum og avvarðandi teirra, fulgott, er óhugsandi, uttan at taka brúkaragjald.

- KRIS manglar pengar til at løna fólki, til at gjalda ráðgevunum fyri mistar arbeiðsinntøkur og til at víðariútbúgva ráðgevar og brúkarar, ið vilja átaka sær uppgávuna at leiða sjálvhjálparbólkar.

Kris sigur, at virksemið hjá felagsskapinum er vaksið ógvuliga nógv seinastu árini.

- Hetta prógvar tíverri, at stórur tørvur er og hevur verið á einum slíkum hjálparfelagsskapi.

- Sum nú er, eru umleið 10 áheitanir og fyrispurningar til felagið hvønn dag.

- Tí fara vit at heita á tykkum, um at seta KRIS á fíggjarlógina við einari upphædd, ið veruliga munar.

- Heilt bráneyðugi tørvurin er, at vit, umframt tað, sum vit fáa ígjøgnum játtanarskipanina, fáa tillutað tað, ið svarar til í minsta lagi tvey fulltíðarstørv.