Vilja hava námsfrøðingar til arbeiðis kortini

Landsstýrið linkar nú verkbannið ímóti limum í Pedagogfelagnum

Næmingarnir á Skúlanum á Trøðni sleppa aftur í skúla í morgin, nú Fíggjarmálaráðið hevur linkað verkbannið ímóti limum í Pedagogfelagnum

Hóast landsstýrið hevur givið boð um, at námsfrøðingar, sum taka sær av næmingum í fólkaskúlanum, sum bera brek, ikki sleppa aftur til arbeiðis, fyrr enn nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, so hevur landsstýrið nú broytt støðu og vil hava teir til arbeiðis kortini.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við útvarpið í kvøld, at 48 limir í Pedagogfelagnum, sum hava verið fevndir av verkbanninum, skulu aftur til arbeiðis í morgin.

 

Tað merkir, at allir 91 næmingar í fólkaskúlunum og á Skúlanum á Trøðni sleppa aftur í skúla í morgin.

 

 

 

Næmingarnir á Skúlanum á Trøðni sleppa aftur í skúla í morgin, nú Fíggjarmálaráðið hevur linkað verkbannið ímóti limum í Pedagogfelagnum