Vilja hava stjórnarráð fyri ríkisfelagsskapin

Tey Konservativu vilja hava serstakt stjórnarráð fyri ríkisfelagsskapin

Danska stjórnin hevur skyldu at arbeiða fyri samanhaldi í ríkisfelagsskapinum og fyri áhugamálum hjá Grønlandi og Føroyum.

 

Tað siga Tey Konservativu, sum vilja hava eitt serstakt stjórnarráð fyri rikisfelagsskapin.

 

– Ráðið skal styrkja samstarvið á øllum økjum, men serliga innan útbúgving, mál, vinnu, heilsu og flytføri millum londini, sigur flokkurin í fráboðan.

 

Rasmus Jarlov, orðførari hjá Teimum Konservativu í málum viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi, heldur, at viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum kunnu betrast. Hann heldur, at londini í ríkisfelagsskapinum glíða frá hvørjum øðrum, tí Danmark er passivt, og tí eigur Danmark at vera meira virkið fyri styrkja felagsskapin.

 

– Danmark er alt mera fráverandi í Grønlandi og Danmark. Vit ynskja mótsatta gongd, sigur Rasmus Jarlov sambært Ritzau.

 

Hann mælir til, at Danmarks Radio fer at gera fleiri sendingar úr Føroyum og Grønlandi, og londini skulu vera størri partur av undirvísingini í danska fólkaskúlanum.

 

Rasmus Jarlov heldur, at ráðharrin í nýggja stjórnarráðnum fyri ríkisfelagsskapin skal vera úr Føroyum ella Grønlandi, um tað ber til, og hann heldur, at skrivstovur fyri ríkisfelagsskapin skulu stovnsetast í ymiskum býum í Føroyum og Grønlandi.

 

Samlaðu útreiðslurnar til uppskotið hjá Teimum Konservativu eru 113 millónir krónur um árið, skrivar Ritzau.