Vilja heldur stuðla lokalum kreftum

À Tvøroyri hevur býráðið havnað umsóknum um stuðul til landsumfatandi tiltøk, tí tey vilja heldur stuðla lokalum kreftum

Tvøroyrar Býráð

Tvøroyrar Býráð vil heldur stuðla lokalum tiltøkum.
Tað var orsøkin til at býráðið á fundi mánakvøldið, havnaði umsóknum um stuðul til tvey landsumfatandi tiltøk.
Til fundin hjá Tvøroyrar Býráð mánakvøldið var umsókn komin um at lata fíggjarligan stuðul til eina ungdómsráðstevnu í Havn í heyst.
Men býráðið vísti einmælt umsóknini aftur.
Mentanarnevndin í býráðnum vísti á, at øll ungdómsráðstevnan varð miðsavnað í Havn og tí mælti nevndin býráðnum til at havna umsóknini fyri heldur at stuðla onkrum lokalum tiltøkum og tað varð einmælt samtykt.
Somu lagnu fekk ein umsókn frá oyggjaleikanevndini um at stuðla føroyskari luttøku á oyggjaleikunum í Hetlandi í summar.
Í hesum sambandi var støðan hjá býráðnum tann sama: Býráðið samtykti einmælt at havna umsóknini, tí býráðið vil heldur stuðla lokalum ítróttarfólkum beinleiðis, sum møguliga fóru at vera við í oyggjaleikunum.
Onkur býráðslimur helt, at tað var skeivt av Tvøroyrar býráð at stuðla oyggjaleikunum sum heild, tí ongin trygd var fyri at aðrar kommunur fóru at stuðla samsvarandi.
Størsta fíggjarliga stuðulin á fundinum mánakvøldið læt býráðið til eina stóra talvkapping, sum skal vera á Tvørori í summar og har fleiri altjóða meistarar vera við.
Býráðslimir søgdu, at hetta fór at seta Tvøroyri á heimskortið tað mesta av eini viku í summar og tað hildu teir verða vert at stuðla.
Sostatt samtytkti býráðið einmælt at stuðla talvkappingini við 30.000 krónum.
Annars samtykti býráðið eisini at stuðla summartónum á Tvøroyri í summar við 3.500 krónum og sjó- og býarsavnið í býnum fekk 20.000 krónur í stuðuli.