-Tað er ongin loysn at fáa semingsmenn uppí sáttmálatrætuna ímillum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin.
Tað halda bæði Finnleif Guttesen, formaður í Maskinmeistarafelagnum og Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
Annars skal fundur vera í dag ímillum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið um sáttmálatrætuna hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli.
Sambært útvarpinum, ætlar Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, at leggja uppskot fyri partarnar um at fáa ein semingsmann uppí samráðingarnar at royna at fáa semju.
Men tað skal ikki vera nógv galið, at hesar royndirnar longu frammanundan eru dømdar at miseydnast
Tí tað er so langt ímillum partarnar, at manningarfeløgini síggja onki endamál at fáa semingsmann uppí.
Ellintur Abrahamsen sigur, at teirra støða er so mikið greið, at hann heldur, at tað er ivingarsamt, hvat ein semingsmaður kann avrikað.
-Fyri okkum er hetta bara ein spurningur um krónur og oyru. Og skuldi ein semingsmaður komið við einum uppskoti til sáttmála, har lønarkrøvini hjá okkum bara so mikið sum eru eru koyrd í helvt, verður tað sópað av borðinum, ger Ellintur Abrahamsen greitt.
Eisini Finnleif Guttesen er ímóti at fáa semingsmann uppí.
Hann sigur, at lógin um semingsstovn umfatar ikki tað almenna, og tí er Maskinmeistarafelagið ímóti at fáa semingsmann uppí.
Bæði Ellintur Abrahamsen og Finnleif Guttesen halda, at einasta orsøkin til, at Karsten Hansen ætlar at boðsenda semingsmanni nú, er tí, at hann hevur skálkin aftanfyri oyrað.
-Óivað veit hann, at tað er so langt ímillum partarnar, at ein semingsmaður fær onki gjørt. Men tá ið eitt møguligt semingsuppskot er afturvíst, ætlar hann at at brúka tað sum eitt jarnbrot fyri at fáa løgtingið uppí málið.
- Tað einasta, hann er úti eftir, er, at um vit vraka eitt semingsuppskot, hevur hann eitt ítøkiligt semingsuppskot, sum hann kann leggja fyri tingið, og sum hann vil hava løgtingið at gera til lóg, halda teir báðir fakfelagsleiðararnir.