Ein uttanveltað váðameting staðfestir, at manningin umborð á skipunum megnar ikki at sløkkja ein møguligan eld í akførum, sum verða rikin við battaríum.

Vilja ikki sigla við el-riknum akførum

Ein uttanveltað váðameting, sum Proactima AS í Noregi hevur gjørt, staðfestir, at manningin umborð megnar ikki at sløkkja ein møguligan eld í akførum, sum verða rikin við battaríum.

Ein uttanveltað váðameting staðfestir, at manningin umborð á skipunum megnar ikki at sløkkja ein møguligan eld í akførum, sum verða rikin við battaríum.

Havila Kystruten siglir millum Bergen og Kirkenes í Noregi. Siglt verður um firðir, høv, framvið fjøllum og hólmum - í norðlýsi og midnáttarsól.

 

Soleiðis verður sagt um hesa rutu.

 

Nú hevur felagið, sum rekur siglingina, gjørt av, at el-, hybrid-og hydrogenakfør ikki longur sleppa umborð í skipini hjá felagnum, men bara akfør, sum brúka lívrunnið brennievni.

 

Tað merkir, at el-, hybrid-og hydrogenakfør sleppa ikki longur umborð á skipini.

 

- Hetta er ein rein trygdarmeting, sigur Havila Kystruten.

 

Umsitingarstjórin í felagnum, Bent Martini, sigur við norska Dagbladet, at niðurstøðan í einari váðameting, sum felagið hevur biðið um, er greið.

 

- Hon vísir, at møguligur eldur í akførum, sum brúka lívrunnið brennievni, kann basast við teimum skipanum, sum eru umborð og teirri manning, sum skipið hevur.

 

Men, soleiðis er ikki, tá talan er um akfør, sum verða tikin við battaríum.

 

Í tíðindaskrivi sigur Havila Kystruten, at ein uttanveltað váðameting staðfestir, at manningin umborð megnar ikki at sløkkja ein møguligan eld í akførum, sum verða rikin við battaríum.

 

- Ein møguligur eldur í el-, hybrid-ella hydrogenbili krevur "ekstern" bjargingarátøk, og ein slík hending hevði tískil sett fólk umborð á skipunum í vanda.

 

Umsitingarstjórin sigur, at felagið tekur trygdina í størsta álvara, og at sigla við nevndu akførum er ein kjansur, sum felagið ikki undir nøkrum umstøðum vil taka.

 

Váðametingin, sum Havila Kystruten hevur biðið um, er gjørd av ráðgevingarfyritøkuni, Proactima AS.

 

Bent Martini sigur, at felagið fer at arbeiða víðari við at finna góðar loysnir, sum kunnu minka um vandan við flutningi av el-og hybridriknum akførum í framtíðini, men sum nú er sleppa hesi ikki umborð á skipini hjá felagnum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ein uttanveltað váðameting staðfestir, at manningin umborð á skipunum megnar ikki at sløkkja ein møguligan eld í akførum, sum verða rikin við battaríum.

Soleiðis skrivar Dagbladet í dag. Skip hjá Havila Kystruten vilja ikki sigla við el-riknum akførum.