Vilja kanna bústaðarneyðina í Havn

Samstundis eigur Tórshvnar Kommuna at fáa ein nýggjan bústaðarpolitikk, halda fleiri býráðslimir

Tørvurin á bústøðum í Tórshavnar kommunu eigur at verða kannaður, halda fleiri býráðslimir í Havn.  Í 2018 gjørdi býráðið annars eitt arbeiði at kanna tørvin á bústøðum og tað vísti seg, at 60 prosent av fólki vildu hava sethús, 20 prosent vildu hava randarhús og tvíhús og 20 prosent vildu hava íbúð.

 

Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin var borgarstjóri í 2018, tá ið bústaðartørvurin varð kannaður. Á býráðsfundi týsdagin førdi hon fram. at tann kanningin vísti, at nógv tey flestu vilja hava síni egnu hús. Tá var støðan tann, at bara eitt prosent av bústøðunum í Havn, vóru íbúðir, 74 prosent vóru sethús og restin var so tvíhús og randarhús.

 

– Tað hevði verið áhughavert at gjørt nýggja kanning fyri at vita, hvussu stórur tørvurin er nú, og hvat slag av bústøðum, fólk vilja hava, heldur hon.

 

Í dag er veruleikin, at 59 prosent av tí, sum er bygt, er sethús, so har eru krøvini lúkað, staðfesti Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hinvegin eru 14 prosent av tí, sum er bygt, tvíhús og randarhús, so har eru tey eftirbátar, so tað munar, segði Heðin Mortensen. Men afturfyri er 27 prosent av tí, sum er bygt, íbúðir, so har er nógv meiri bygt enn kanningin vísti, at tørvur var á. hetta varð upplýst á býráðsfundi í Havn týsdagin.

 

– Hinvegin vísir tað er eisini, at vanlig sethús eru tað, sum er bíligast at útvegað, tvíhús og randarhús eru nakað dýrari, men tað, sum er nógv dýrast at byggja, tað eru íbúðir, segði borgarstjórin.   

 

Býráðsfundurin vísti eisini, at tað eru fleiri býráðslimur, eisini borgarstjórin, sum taka undir við, at Tórshavnar býráð kannar bústaðartørvin í kommunini av nýggjum. Teir vildu kanna, hvussu tørvurin er í dag og um tørvurin á íbúðum er noktaður, ella um tað eru onnur sløg av bústøðum, sum tørvur er á.

 

Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn, skeyt upp at borgarstjórin skipar fyri einum evnisdegi um ein framtíðar bústaðarpolitikk hjá Tórshavnar Kommunu – og tað tók borgarstjórin undir við.

 

Annika Olsen vísir á, at tað er gott at hava eitt útboð av leiguíbúðum, sum kann vera tann fyrsti bústaðurin hjá fólki ímeðan tey spara saman til eini sethús. Hon hjeldur eisini, at skal býráðið hugsað um framtíðina, eigur dentur at verða lagdur á at hava fleiri íbúðir til eldri í miðbýnum, tí tey eldru vilja búgva í íbúðum mitt í býnum, har tað er fult av lívi og stutt til allar hentleikar. Hon heldur, at flyta nógv eldri fólk í bústaðir mitt í býnum, verða nógv hús til taks á marknaðinum, sum yngri familjur so kunnu flyta inn í.

 

– Tey eldru vilja ikki hava eigaraíbúðir, tí tær eru líka dýrar sum sethús, segði Annika Olsen. Eisini Ruth Vang heldur, at ein íbúð kann vera fyrsta stigið fram ímóti at ogna sær eini sethús. Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi, heldur, at býráðið eigur eisini at umhugsa at seta marka nakrar fáar íbúðir til serlig endamál, eitt nú til harðskapsraktar kvinnur. Tað er ein trupulleiki, at kvinnur, mugu verða verandi í Kvinnuhúsinum, tí tær hava ongastaðni at fara, sigur hon.