Miðflokkurin vil hava landsstýrið at útgreina, hvørjar lógir geva ógiftum betri sømdir enn hjúnum Miðflokkurin hevur nú lagt eitt óvanligt uppskot fyri løgtingið.
Teir tríggir tinglimirnir hjá flokkinum vilja nú haav landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum at útgreina, í hvørjum lógum í almannalóggávuni, hjúnastøðan er ein vansi fyri borgaran í sambandi við almannaveitingar, aftur ímóti teimum, sum ikki eru gift.
Flokkurin sigur, at uppihaldsskyldan er ein meginregla í almannalóggávuni.
- Men hendan meginreglan setir í fleiri førum tey, sum eru í hjúnalagi, í verri støðu enn tey, sum ikki liva í hjúnalagi, sigur flokkurin.
- Hóast nøkur undantøk eru, hevur hendan meginreglan sett fleiri í ta støðu, at tey siga seg ikki kunna ganga í hjúnalag, tí tey so fara tey at missa eina almannaveiting.
Miðflokkurin staðfestir, at hjá mongum eru almannaveitingar fíggjarliga lívsgrundarlagið, tí tey hava skerdan arbeiðsførleika og megna sostatt ikki at uppihalda sær sjálvum við vanligari inntøku.
- Havandi í huga, at familjan og hjúnalagið eru kjarnin í samfelagnum, eiga vit ongantíð ov skjótt at taka av allar skipanir, sum gera hjúnalagið til ein vansa í sambandi við almannaveitingar, sigur Miðflokkurin.