Í annaðkvøld, týskvøldið, hevur felagið Blóðgevi aðalfund í Miðlahúsinum í Havn og tey siga, at hóast tað gongur fram á, eru tað enn ov fáir føroyingar, sum eru blóðgevarar Tað verða alsamt fleiri og fleiri blóðgevarar í Føroyum. Men enn eru tað ov fá fólk, sum hava meldað seg til at verða blóðgevarar.
Tað má felagið Blóðgevi ásanna, nú tey hava aðalfund í Miðlahúsinum klokkan 19.30 í annaðkvøld, týskvøldið.
Marita Simonsen, forkvinna í felagnum, sigur, tey hava alsamt brúk fyri blóðgevarum, bæði tí, at tað sum heild eru ov fáir og tí at tað eru so nógvir, sum gevast av náttúrligum ávum.
Hon sigur, tað, vit vanliga nevna vælferðarsjúkur, er ein vanlig orsøk til, at blóðgevarar mugu halda upp at lata blóð.
- Fólk, sum hava høgt blóðtrýst, sukursjúku, høgt kolestorol og aðrar sjúkur, kunnu ikki geva blóð og tað ger, at yvir 100 blóðgevarar mugu gevast hvørt ár.
Av tí sama er tað eitt áhaldandi roynd at fáa fleiri at lata blóð, sigur hon.
Í løtuni eru næstan 1400 limir í felagnum Blóðgevarar, men eitt skifti fyri trimum árum síðani var talið komið niður á 1280.
- Tað eru nakað lítið og tískil fóru vit undir eina lýsingaherferð fyri at fáa fleiri fólk at melda seg sum blóðgevarar, sigur forkvinnan í felagnum.
Og tað eydnaðist so mikið væl, at talið kom upp slakar 1400 blóðgevarar.
Marita Simonsen sigur, at endamálið er at føroyingar skulu vera sjálvbjargin við blóðið, so at tey sleppa undan at flyta blóð inn úr Danmark.
Tað er ikki tí, at donskum blóðið bagir nakað sum helst, men bara tí, at tað er skjótari og lættari at fáa fatur á blóði og blóðgevarum úr Føroyum.
- Skal tað eydnast, skulu fimm prosent av føroyingum verða blóðgevarar. Ì løtuni er talið trý prosent.
Treytin fyri at melda seg sum blóðgevara er, at ein er millum 18 og 60 ár, vigar minst 50 kilo og ikki hevur ávísar sjúkur at dragast við.
Hon sigur, at tað er ein vanlig misskiljing, at tað bara er brúk fyri blóði í sambandi við vanlukkur og skurðviðgerðir.
- Tað er í veruleikanum tann minni parturin, tí meginparturin av teimum, sum fáa blóð, fáa tað í sambandi við ymsar sjúkur.
Sjálvt stendur hon fyri vali á aðalfundinum í annaðkvøld. Rúni Sørensen stendur eisini fyri vali og hann hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Annars stendur Randi Heerup Jakobsen eisini fyri vali.
Hinir báðir nevndarlimirnir eru Bo Warberg og Heðin Thomsen.
Annars hevur felagið eina heimasíðu á internetinum, har tað ber til at melda seg sum blóðgevara. Hon eitur www.gevidblod.fo