Uppleggið hjá sumbingum var einfalt. Tað galt um at vinna, og mátin at náa málinum var at pressa og trýsta mótstøðumenninar, sum onga løtu og onga staðni skuldu fáa frið. Málið hjá leirvíkingum var at varðveita 2?1 leiðsluna frá fyrra dystinum sum longst. Fótbóltsspælið skuldi fáast upp á pláss, og um tað eydnaðist, so fekst at síggja, um tað umframt at halda tætt í verjuni eisini kundi blíva til okkurt málið.
Tað vóru sumbingar, sum fingu sítt ígjøgnum og tað beinanvegin. Birgir Jørgensen, sum síðani summarsteðgin ongantíð hevur verið ímillum teir fyrstu ellivu, fekk møguleikan hesa ferð, og hann var sera uppsettur.
Sumba var á odda 3?0, tá tjúgu minuttir vóru farnir, og Birgir hevði skorað tvær ferðir. Bara tveir minuttir vóru farnir, tá hann stútaði innlegg frá Bibi úr vinstru og til handara stólpan í málið. Lítla løtu seinni hevði hann aftur hepnið við sær í einari støðu, har tað fyrr á árinum ofta hevur endað við bólti dygst framvið málinum. Hesa ferð fór bólturin í síðunetið.
Birgir Jørgensen var eisini upphavsmaður fyri triðja málinum. Hann stríddi seg í eina støðu, sum tað bar til at senda til Nebosja Veljkovic úr, og jugoslaviski toppskjúttin takkaði fyri tilboðið.
Í 2. hálvleiki spentu leirvíkingar álopsbogan í einari roynd at koma afturíaftur. Petur Sjúrðarberg kom inn í álopið, og Hjørleif Olsen kom inn á miðvøllin. Teir báðir vongverjarnir fóru út, og Mirek Gil fór eitt sindur longri aftur á vøllin í vinstru (hann hevði verið framrættaður miðvallari), men tað vóru sumbingar, sum fingu nyttu burturúr, at verjuparturin hjá LÍF var vorðin tynnri.
Tíðliga í 2. hálvleiki var Birgir Jørgensen aftur upp á spæl. Hann tamdi innlegg úr høgru við bringuni og sendi í kassan aftanfyri Hall Hansen.
Rómurin í Sumba var øgiligur. René Thomsen, Jan Poulsen og Hans Jákup Thomsen vórðu allir skiftir inn, og tað eydnaðist René Thomsen at lyfta upp um málverjan og at skora til 5?0. So fór ferðin, sum alla tíðina hevði verið høg, langt niður, og spælararnir mest sum bara bíðaðu eftir, at dómarin skuldi bríksla fyri síðstu ferð.
Fleiri møguleikar
Teir 90 minuttirnir vóru hendingaríkir og undirhaldandi. LÍF hevði onkrar møguleikar. Árni Jacobsen sendi tvey langskot í 1. hálvleiki á Fróða Mortensen, og tá støðan var 3?0 stýrdi Kristian á Reynatrøð einum innleggi við síðuna av málinum. LÍF var frammanfyri 2?1 frá fyrra dystinum, og um tað, tá støðan var 3?0, hevði eydnast teimum at skora, so hevði spenningur komið í aftur.
Men sumbingar høvdu eisini sínar møguleikar. T. d. lyfti Nebosja Veljikovic eina ferð upp um málverjan, men bólturin brast í tvørtræið og út aftur á vøllin. Tá var støðan 3?0.
Sumbingar vunnu samantalt 6?2, og tað vil siga, at teir hava tryggjað sær triðja árið á rað í bestu deildini, meðan leirvíkingar enn eina ferð mugu miðja eftir at vinna næstbestu deildina. At enda á næstfremsta plássinum og harvið vinna rættin at spæla um eitt pláss í bestu deildini hevur higartil ikki roynst væl hjá teimum.
Sumba: Fróði Mortensen ? Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Vergur Vinther ? Trygvi Nielsen, Eirikur Joensen, Nikola Biberdzic, Spasojé Biberdzic, Mortan úr Hørg ? Birgir Jørgensen, Nebosja Veljikovic
LÍF: Hallur Hansen ? Erik Lervig, Tórhallur Justinussen, Ove Heinesen, John Olsen, Árni Jacobsen ? Kaj Eli Olsen, Mirek Gil, Poul Suni Dam ? Jonhard Høgnesen, Kristian á Reynatrøð