Tað er líkt til, at Viljormur Davidsen eigur plássið á vinstra bakki hjá Vejle trygt. Í øllum førum er hann aftur valdur at spæla har, nú felagið spælir ársins fyrsta dyst í næstubestu donsku deildini, NordicBet Ligaen. Talan er um heimadyst á Jokri Park ímóti Brønshøj.
Tað er nú kanska heldur ikki so løgið, tí hann hevur gjørt tað frálíka væl í fyrreikingunum til kappingarárið. Fyri lítlari viku síðani bæði skoraði hann og legði upp til eitt mál, tá ið Vejle vann 2-1 í venjingardysti ímóti Marienlyst.
Dysturin ímóti Brønshøj byrjar nú kl.14.00.