Viljormur fær onga løn frá Vejle

Vejle megnar ikki longur at gjalda lønirnar til tíðina, men enn stendur felagið til at bjarga

Ekstra blaðið skrivar í dag, at spælararnir hjá Vejle ikki fáa løn í morgin, sum annars avtalað. Tað mekrir, at Viljormur Davidsen onga løn fær frá fíggjarliga sperda felagnum.

 

Les eisini: Vejle hótt av húsagangi

 

Per Olesen, stjóri í danska fótbóltsfelagunum , Vejle BK, stríðist í hesum døgnum við at bjarga stolta og søguríka felagnum, sum hevur føroyska Viljorm Davidsen í hópinum. Verða íløgur ikki gjørdar í felagið innanfyri eitt samdøgur, so fer felagið á heysin. Tað hevði havt við sær, at felagið í ringasta føri hevði verið tvangsniðurflutt til Jyllandsseriuna.

 

Les eisini: Vejle bjargað (Grein frá maj mánaði)

 

- Eg meti tað er 60 prosents møguleiki fyri at vit yvirliva. Tað sigi eg, tí vit arbeiða við nøkrum. Tað merkir tó ikki, at vit eru nær við at koma á mál, sigur Per Olesen, stjóri í Vejle BK.

 

Vejle hevur vunnið danska meistaraheitið fimm ferðir, men nú er skútan so tung, at bara stórar íløgur kunnu bjarga felagnum. Fyri føroyskan fótbólt hevði tað merkt, at vinstri bakkurin á landsliðnum, Viljormur Davidsen, hevði skula út at funnið sær eitt nýtt felag.