Viljormur hevur serligt samband við Albania

Manslandsliðið: Viljormur Davidsen hevur spælt saman við fleiri albanskum spælarum

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Í kvøld klokkan 19.45 verður sonn fólkaveitsla á Air Albania leikvøllunum í Tirana. Heimaliðið hevur vunnið seg víðari til EM-endaspælið í Týsklandi í 2024 og tað verður fagnað móti Føroyum. Tað er útselt til dystin og føroysku spælararnir sleppa veruliga at royna seg. Ein av teimum, sum skal royna seg, verður Viljormur Davidsen. Hann hevur spælt saman við trimum albanskum spælarum í síni yrkisleið.

 

- Eg fari at ynskja Albania til lukku við at hava vunnið seg til EM. Eg havi spælt saman við trimum albanskum spælarum og havi sæð hvussu nógv teir hava offrað seg. Eg gleði meg til veitsluni í morgin, men vit eru her tí vit ætl at vinna dystin, sigur Viljormur Davidsen.

 

Hann hevur spælt saman við Arbnor Muçolli, Ylber Ramadani og Arlind Ajeti í Vejle BK. Viljormur Davidsen væntast at byrja á vinstra bakkinum við liðskiparabandinum á í kvøld.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)