Viljormur liðskipari í Vejle-sigri

Ein ótrúliga góður fyrri hálvleikur gav Vejle ein tryggan útisigur

 

Viljormur Davidsen var liðskipari hjá Vejle, tá uppgerð var í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum HB Køge og Vejle. Vejle vann 3-0 á HB Køge á gamla heimavøllinum hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge.

 

Øll málini komu í fyrra hálvleiki, og komu innanfyri 25 minuttir. Dominic Vinicius Eberechukwu Uzoukwu úr Nigeria skoraði tvey mál fyri Vejle. Tað fyrra í áttanda minutti, og tað seinna í 33. minutti. Agon Mucolli skeyt mittasta málið, tá 19 minuttir vóru farnir av dystinum. Sambært blaðnum "Vejle Folkeblad" hevði Viljormur Davidsen onkra góða roynd á málið hjá HB Køge.

 

Sigurin kom sera væl við hjá Vejle, sum við sigrinum lyfti seg úr einum niðurflytingarplássi, og er nú tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð millum Vejle og Fremad Amager, sum hevur Heina Vatnsdal og Bárð J. Hansen á liðnum. 

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini : 

 

1 Hobro1474325 - 1525
2 HB Køge1557317 - 1222
3 FC Roskilde1464416 - 1822
4 Vendsyssel FF1363420 - 1521
5 Skive1462615 - 2320
6 FC Helsingør1447320 - 1719
7 Fremad Amager1346318 - 1318
8 Nykøbing FC1353517 - 1718
9 Vejle 1445518 - 1417
10 Fredericia1444613 - 2016
11 Næstved1443722 - 2515
12 AB Gladsaxe1432916 - 2811