Viljormur og Helsingborg taptu á heimavølli í kvøld

Helsingborg er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna

Fyri fjórðu ferð hetta kappingarárið taptu Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Helsingborg við einum máli. Tað er hent í fýra av sjey teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Í kvøld tapti Helsingborg 0-1 fyri IFK Norrköping á heimavølli. Norrköping skoraði sigursmálið tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.

 

Helsingborg er fjórðaftast í deildini við fimm stigum, bert ein betri málmunur skilir Helsingborg frá Värnamo á triðaftasta plássinum.

 

Viljormur Davidsen hevur fingið fulla spælitíð í øllum sjey dystunum, undantikið í útidystinum móti Djurgården tá hann var skiftur út í 88. minutti.

 

Komandi sunnudag tekur Helsingborg móti Degerfors, ið liggur aftast í deildini við trimum stigum.