Viljormur og Helsingborg taptu greitt á heimavølli

Helsingborg er nú næstaftast í bestu svensku fótbóltsdeildini

Viljormur Davidsen fekk aftur fulla spælitíð á vinstra bakki hjá Helsingborg í bestu svensku fótbóltsdeildini í dag.

 

Liðið hjá Viljormi, Helsingborg var fyri stórtapi 1-4 móti Värnamo, ið undan dystinum lá bert eitt stig frammanfyri Helsingborg á stigatalvuni.

 

Tá gekk annars væl hjá Helsingborg fyrstu tveir triðingarnar av dystinum. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin legði Anthony van den Hurk Helsingborg á odda 1-0.

 

Leiðslan helt sær til seinni hálvleikur var hálvrunnin, men so gekk reint galið hjá Helsingborg. Upp á bara 12 minuttir legði Värnamo seg á odda 3-1, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat øktu teir til 4-1.

 

Helsingborg er nú næstaftast í deildini við bert fimm stigum fyri 10 dystir. 

 

Sunnudagin 29. mai hevur Helsingborg torføran heimadyst móti AIK Stockholm, ið er á odda í deildini við 20 stigum fyri 10 dystir.